Undirhúsið velur Labour-politikara til nýggjan formann

Eftir at John Bercow er farin frá sum tingformaður í Undirhúsinum er Lindsay Hoyle valdur til nýggjan formann.

Labour-politikarin Lindsay Hoyle er í kvøld valdur til nýggjan formann í bretska undirhúsinum. Hann var eitt av sjey valevnum.

Hoyle hevur lovað, at hann sum formaður fer at royna at gera tingið til ein friðarligari stað.

hann avloysir konservativa karismatiska John Bercow, sum er vorðin kendur bæði úti og heima við at vera ein sera strangur formaður í ymsum kjakum seinastu árini um, hvussu Bretland skal fara úr ES.

Hoyle hevur verið ein av trimum næstformonnunum hjá Bercow síðani 2010.

Tann 62 ára gamli politikarin lovaði í eini samrøðu við Sunday Times um vikuskiftið, at hann fer at royan at umvæla tað, sum hann kallar eitt »eitrað tjóðarting« eftir harðar orðadráttir um brexit í fleiri ár.

Hann sigur eisini við blaðið, at hann hevur ein papageyk nevdan eftir bretska forsætisráðharranum »Boris«.

– Eg vil ikki hava hetta runublakið hvør móti øðrum, og eg haldi, at vit skjótast gjørligt skulu steðga hesum og tryggja, at tingið verður eitt róligar stað at vera, sigur hann.

Hoyle varð valdur í tjóðartingið í 1997 í valdøminum Chorley uttan fyri Manchester. Har hava veljararnir valt hann aftur hvørja ferð síðani.

Tað hevur fyrr ikki verið so stórt hóvasták kring valið av nýggjum formanni til bretska undirhúsið.

Men Bercow hevur undir allari politisku kreppuni um brexit, sum hevur verið síðani ES fólkaatkøvðuna í juni 2016, veruliga gjørt vart við seg.

Tað hevur fingið nógvar av konservativu floksfeløgum hansara at fordøma hann, tá hann er farin upp í móti konservativa flokkinum, tá og hvussu tey ahva atkvøtt um brexit.

Tað saman við einum við gjørt speiskum og samstundis yndisligum tóna í salinum hevur givið honum nærmast stjørnustøðu í Bretlandi og út í stóru verð.

Ikki minst tá hann við fullari megi hevur brøla sítt »ORDER« út í salin fyri at fáa teir mest ágrýtnu tinglimirnar til at gevast við at rópa og skríggja eftir hvørøðrum.

 

/ritzau/