Ung undir 18 ár fáa lestrarstuðul

Um landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur orð hesaferð, so fáa ung undir 18 ár lestrarstuðul

Uppskot er lagt fram á Ungdómstinginum um, at lesandi undir 18 ár eisini fáa lestrarstuðul

Uppskot er lagt fram á Ungdómstinginum um, at lesandi undir 18 ár eisini fáa lestrarstuðul

Á Ungdómstinginum er eitt uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul, sum snýr seg um, at ung undir 18 ár í miðnámi fáa lestrarstuðul.

Hetta er eitt mál, sum mangan hevur verið frammi, síðani hesin stuðul varð avtikin fyri 20 árum síðani. Fyrr fingu lesandi undir 18 ár eisini lestrarstuðul, um enn eitt sindur minni, enn tey, sum eru oman fyri 18 ár.

Skipanin við føroyskum lestrastuðuli varð sett í gildi í 1988, tá blokkstuðulsskipanin varð sett í gildi. Fyri ta tíð fingu føroysk lesandi danskan lestrarstuðul frá Statens Uddannelssesstøtte, vanliga kallað SU.

Á veljarafundi á Glasi í sambandi við løgtingsvalið 31. august í fjør lovaði Jørgen Niclasen, at ung undir 18 ár fáa lestrarstuðul. Nú situr Jørgen Niclasen á landskassanum, so um hann heldur orð, so verður uppskotið hjá teimum trimum, Ingu Mariu Joensen, John Skaalum Vilhelm og Torsteini Sivertsen, sum varð lagt fram á Ungdómstinginum í gjár samtykt í Løgtinginum.

##med2##

Vert er tó at hava í huga, at politikarar halda ikki altíð orð. Jørgen Niclasen lovaði tað sama í 2007, men ta ferðina hendi einki við málinum.

##med3##

Teir tríggir uppskotsstillararnir, Inga Maria Joensen, John Skaalum Vilhelm, Torstein Sivertsen, skriva soleiðis í viðmerkingunum til uppskotið um eisini at lata ungum undir 18 ár lestrarstuðul:

 

Uppskot um lestrarstuðul til lesandi undir 18 ár á miðnámi.

»Tá ið tú ert 15 ár og vilt beinleiðis í miðnámsskúla, hevur tú ikki sera nógvan pening.

Tí halda vit, at tá tú fert á miðnám, eigur tú at fáa lestrarstuðul frá landinum, sama hvussu gamal/gomul tú ert.

Tú fært bókastuðul, tá tú byrjar á miðnámi, men tey flestu halda, at tað er ov lítið, og at tað ikki røkkur til alt.

Tá tú verður 18, fært tú fullan lestrarstuðul, men tað átti tú at fingið frá byrjan av miðnámi.

Sum nú er fáa ung sum 18 ára gomul 1.838 kr. um mánaðin í lestrarstuðli. Vit halda, at tey, sum eru 15-17 ár, eisini skulu fáa 1.838 kr. um mánaðin í lestrarstuðli eins og tey 18 ára gomlu.

Ung undir 18 ár fáa lægri løn, so tey hava minni pening eftir til bøkur o.a. til skúlan.

Tá tú ert 18 ár, fært tú í flestu førum meira í løn, og tá er tað lættari at gjalda útreiðslurnar.

Nakrar familjur klára seg heldur ikki væl fíggjarliga, so teirra børn hava ofta trupulleikar við at gjalda fyri bøkur, heftir o.a.

Føroyar eru væl fyri fíggjarliga, og tað hevði ikki verið trupult at gjørt hetta uppskotið til veruleika. Ung eiga ikki at stúra um pengar og um skúla.«

 

Á Ungdómstingi, 3. februar 2020

Inga Maria Joensen, John Skaalum Vilhelm, Torstein Sivertsen

##ms##

Uppskot er lagt fram á Ungdómstinginum um, at lesandi undir 18 ár eisini fáa lestrarstuðul

Á veljarafundi á Glasi upp undir løgtingsvalið seinast lovaði Jørgen Niclasen, at tey ungu fáa lesrarstuðul

Í 2007 lovaði Jørgen Niclasen eisini, at ung undir 18 ár skuldu fáa lestrarstuðul. Enn er einki hent í málinum