Ungdómskór vann 2 gull og 1 silvur

Gøtu Kirkju Ungdómskór vann á 45 kórum úr 17 londum

Mynd: Eysturkommuna.fo

Mynd: Eysturkommuna.fo

Tað er ikki bara á hondbóltsvøllinum og á oyggjaleikum, at føroyingar vinna gull í hesum døgum. Gøtu Kirkju Ungdómskór hevur seinastu dagarnar luttikið í Johannes Brahms kórfestivalinum í Týsklandi, har tey hava kappast um heiðursmerkir við 45 ymisk kór úr 17 londum.

Og tað hevur hilnast væl hjá ungdómskórinum, tí við í viðførinum aftur til Føroyar hava tey tvey gull og eitt silvur. Tað upplýsir Eysturkommuna á heimasíðu síni.

Kórið vann gull í bólkunum Spirituals og Ungdómskór, meðan silvur heiðursmerkið varð handað fyri kirkjutónleik.

- Hetta er eitt megnar avrik fyri ungdómskórið. Tey hava ongantíð áður rokkið gull-støði í altjóða kappingum hjá Interkultur, sum er fremsti fyriskipari av altjóða kórkappingum, og sum eisini skipar fyri EM, HM og Eurovision fyri kór, skrivar Eysturkommuna á heimasíðuni. 

Mynd: Eysturkommuna.fo