Ungfólk tikin fyri at stjala úr handli

Tvey ungfólk verða nú skuldsett fyri stuldur

Seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna úr einum handli í Havn at boða frá, at tey ungfólk høvdu verið í handlinum og høvdu stolið ymsar vørur. Stuldurin var farin fram seinasta vikuskiftið, men tey varnaðust hann nú tey hugdu at upptøkum frá vakmyndatólunum í handlinum.

Tann, sum eigur handilin, kendi annað av fólkunum aftur og á sosialu miðlunum fann eigarin eisini fram til, hvør hitt fólkið var. Sostatt veit løgreglan, hvørjir tjóvarnir vóru tey verða so skuldsett í málinum.