Soleiðis sá Suzuki-bilurin út, eftir at takið varð skorið oman av honum. Mynd: Nordjyllands Politi.

Ungur bileigari vildi hava ein "summarbil"

- Hetta er ikki loyvt, og vit noyddust at taka nummarpláturnar av bilinum, sum eisini verður sendur til burturbeiningar, sigur Nordjyllands Politi.

 

 

Soleiðis sá Suzuki-bilurin út, eftir at takið varð skorið oman av honum. Mynd: Nordjyllands Politi.

 

Um eigarin av Suzuki Baleno kanska væntaði, at hetta vóru seinastu summardagarnir á hesum sinni - ella tað var okkurt heilt annað, hann hugsaði - sigur søgan einki um. Men, í øllum førum fann ein løgreglumaður hjá Nordjyllands Politi hósdagin henda bilin við einari heilt aðari útsjónd, enn bilurin hevur góðkenning til.

Suzuki Baleno hevur einki tak. Takið er skorið burtur við einum vinkul-slípara. - Var hetta nú eitt grovt herverk? Tað vildu fólk hjá donsku løgregluni finna út av, tá tey sóu bilin, skrivar Nordjyllands Politi á sínari Facebook-síðu.

Men, í hesum førinum var talan ikki um herverk. Tvørturímóti. Eigarin, sum er ein ungur maður, hevði saman við vinmanni sínum skorið takið av bilinum, og hetta hevði verið eitt "summarprojekt" hjá teimum. 

Við einum vinkulslípara høvdu teir skorið durastólpar og vindeygarammur av, soleiðis at teir kundu taka takið av bilinum. Soleiðis høvdu teir gjørt Suzuki-bilin til ein rættiligan summarbil.

Í uppslagnum hjá Nordjyllands Politi verður víst á, at tað bæði er vandamikið og ólógligt soleiðis at skera takið av einum bili, tí bæði bygnaður og stabilitetur, sum bilurin upprunaliga hevði, verða fullkomiliga broytt.

Slíkt arbeiði krevur nevniliga typu-góðkenning, sum tað verður rópt.

- Tí mugu vit sláa fast, at hetta ikki er loyvt. Vit noyddust at taka nummarpláturnar av bilinum. Bilførarin verður skuldsettur fyri brot á ferðslulógina og fær eina bót. Haraftrat verður bilurin sendur til burturbeiningar, sigur Nordjyllands Politi.

Soleiðis sá Suzuki-bilurin út, eftir at takið varð skorið oman av honum. Mynd: Nordjyllands Politi.