Ungur grønlendingur horvin

Arktisk Kommando og Grønlands Politi eru nú givin við leitingini eftir einum 21 ára gomlum manni, sum hevur verið horvin síðan týskvøldið.

 

Sjóverjuskipið, Knud Rasmussen hjá Arktisk Kommando, hevur eisini verið við í leitingini.

Sjóverjuskipið, Knud Rasmussen hjá Arktisk Kommando, hevur eisini verið við í leitingini.

 

Leitingin eftir 21 ára gamla, Finn Looqi Lange, sum seinast var sæddur við havnalagið í grønlendsku bygdini, Saqqaq, seinasta týskvøld er nú steðgað. Tað sigur grønlendska løgreglan í tíðindaskrivi í dag. Sambært løgregluni, varð leitingin steðgað í gjárkvøldið klokkan 23.45 grønlendska tíð.

Dúgliga hevur verið leitað eftir hinum 21 ára gamla, og við í leitingini hava eitt nú verið sjóverjuskipið, Knud Rasmussen hjá Arktisk Kommando, bjargingarbátur, dronur, eins og ein S-61 tyrla hjá Air Greenlands S-61 hevur eisini verið við. Harumframt hava sjálvboðin leitað eftir manninum. 

Grønlendska løgreglan vísir á, at tyrlan hevur leitað um stórar partar av Diskovíkini og í økinum kring bygdina, Saqqaq. Nú leitingin er steðgað, takkar grønlendska løgreglan øllum sjálvbodnum fyri hjálpina. Grønlendska løgreglan hevur eisini boðað teimum avvarðandi frá, at leitingin er steðgað.

Orsøkin til, at leitað hevur verið á leiðini við grønlendsku bygdina, Saqqaq og í Diskovíkini, er, at løgreglan hevur hildið, at Finn Looqi Lange var farin í eina jollu, men sum skilst hevur løgreglan einki vitni, sum veit um tað at siga.

##med2##

Sjóverjuskipið, Knud Rasmussen hjá Arktisk Kommando, hevur eisini verið við í leitingini.

Nú er leitingin eftir 21 ára gamla, Finn Looqi Lange, steðgað.