Ungur havnarmaður sýnir fram í dag

- Eg havi altíð haft eina filosofi um, at mann skal vera so orginalur, sum yvirhøvur til ber, sigur Einar Tórstún

Í sambandi við altjóða sálarheilsudagin, sum er í dag, hevur 22 ára gamli Einar Tórstún eina listaframsýning í Østrøm í Havn. Hann ger bæði tónleik, myndlist og standmyndir. Standmyndirnar eru stálfigurar, har hann límar møttrikar, skrúvir og metalstykkir saman og fær tað til ein figur.

Nær og hvussu byrjaði tú at fáast við list?

- Eg byrjaði at gera list í 2015. Tá málaði eg mest, men skrivaði eisini yrkingar. Eg eri sera áhugaður í menniskakroppinum, ið eisini er tað, eg máli mest av. 

##med2##

Hvussu vilt tú lýsa tína list?

- Øðrvísi og abstrakt. Um eg sjálvur skuldi mett, eru málningarnir nokkso pop-art inspereraðir.

Er tað nakað serligt, tú plagar at leggja teg eftir í tínum verkum?

- Eg havi altíð haft eina filosofi um, at mann skal vera so orginalur, sum yvirhøvur til ber. Eg fari ofta so langt, at sjálvt um eg havi arbeitt uppá eitt lag í 12 tímar, kann eg finna uppá at sletta tað av telduni aftur, tí tað líkist einum øðrum lagi eitt lítið sindur. 

Hvussu eru umstøðurnar hjá ungum myndlistafólki í Føroyum?

- Umstøðurnar kundu verið betri. Til dømis hava vit ongan skúla fyri tey, ið vilja gerast útbúgvin sum listafólk. Tá tað er sagt, eri eg glaður fyri, at vit hava Smiðuna í Lítluvík, har øll sleppa at sýna fram, og Fólkaháskúlan, har ein kann útfolda seg kreativt.

Her eru tríggjar av myndunum hjá Einari