Ungur maður tikin fyri at leika í - tvær ferð

Tað kosaði honum eina bót – og nakrar tímar á løgreglustøðini

Í nátt var løgreglan eftir einum blaðungum manni, sum leikaði so illa í, fólk sendu boð eftir løgregluni. Løreglan gav honum eina kraftiga átalu, og eina bót fyri at bróta politiviðtøkurnar.

Men tað hjálpti ikki nógv, tí eina løtu seinni vóru aftur boð eftir løgregluni, tí ein ungur maður leikaði so í, at tað flættaðist ikki við hann.

Tá ið løgreglan kom á staðið, vísti tað seg at vera sami maður. Løgreglan sigur, at hann var bæði ávirkaður av rúsdrekka og rúsevnum, og hesa ferð varð hann handtikin og førdur á løgreglustøðina. Hann slapp út aftur fyri eini løtu síðani.

Annars hevur tað, sum heild verið friðarligt í nátt. Løgreglan tók ein mann fyri at hava eina lítla nøgd av hassji uppi á sær og løgreglan hevur eisini koyrt fólk til húsar, sum vóru so full, at tey kláraðu seg ikki sjálvi.