Upp í 17 hitastig hesa vikuna

Danska veðurstovan roknar við góðveðri partar av komandi døgunum

Danska veðurstovan DMI roknar við, at veðrið verður hampuliga gott partar av komandi døgunum, og hitin kann koma upp í 17 stig týsdagin. Vit sleppa tó ikki undan regni.

Mánadagin verða 5-10 m/s av suðri og landsynningi, minkandi niður undir 5 m/s mánakvøldið. Mest turt og nakað av sól. Mánakvøldið kanska nakað av regni. Hitin millum 10 og 15 stig.

Týsdagin verða 3-8 m/s av eystri og landsynningi. Mest skýggjað veður. Fyrst turt, men út á kvøldið fer at regna. Hitin verður millum 10 og 17 stig.

Mikudagin verða undir 5 m/s av ymsum ættum, sum frálíður 3-8 m/s av útnyðringi. Skýggjað og ælaveður. Hitin millum 10 og 15 stig.