Uppboðssøla av bilum í Danmark fer sum rótasúpan

Longu áðrenn uppboðssølan við serbilum er byrjað, hava Falke Biler í Kolding fingið áheitanir frá fleiri áhugaðum keyparum kring heimin.

Tað skriva Midtjyllands Avis og fyens.dk.

Millum tey áhugaðu er ein persónur í Miðeystri áhugaður í einum Porche við 750 hestakreftum. Tað eru bara bygdir tríggir av hesi útgávuni, og bara tveir eru til enn.

##med2##

Bilurin, ein Porche 911 Gemballa GTR 750 frá 2003 – væntast at verða seldur fyri fleiri milliónir á uppboðssøluni, sum verður í morgin klokkan 13.

##med3##

Har ber eisini til at bjóða upp á ein Cadillac Armbruster Stageway Limousine árgang 1986. Tað er ein bilur, sum hevur verið nýttur til at koyra Ronald Reagan við, tá hann var forseti í USA.

 

/ritzau/

Hendan Cadillac Armbruster Stageway Limousine áttu Hvítu Húsini í Washington at koyra Ronald Reagan, forseta, við í áttatiárunum.