Uppboðssølan verður avtikin

Í nýggja samgonguskjalinum millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin verður greitt nokk so neyvt frá ætlaða fiskivinnupolitikkinum. Fleiri viðurskifti verða broytt í mun til verandi fiskivinnuskipan, millum annað verður uppboðssølan avtikin

– Uppboðssølan verður avtikin. Hon verður bara einaferð afturat, segði Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, tá ið samgonguskjalið varð undirskrivað í morgun.

Fiskivinnan hevur fylgt rættiliga nógv undir farnu samgongu, og tað hevur elvt til nógvar brotasjógvar. Hóast teir flokkar, ið nú hava gjørt samgongu, hava ymiska áskoðan á fiskivinnupolitikkin – og tað hevur eisini elvt til harðar samráðingar – so eru flokkarnir tó komnir til semju um, hvussu politikkurin innan hetta økið skal rekast komandi fýra árini.  

Komandi fiskimálaráðharri, Jacob Vestergaard, hevur í samgonguskjalinum fingið greiðar leiðbeiningar, hvat hann skal halda seg til. Hinir flokkarnir í samgonguni hava í øllum førum úttala seg um, at teir við at orða rættiliga neyvt í samgonguskjalið, kunnu tryggja sær, at tað er ein felags samgongu fiskivinnupolitikkur, ið verður rikin, og ikki bara tað, sum fiskimálaráðharrin hjá Fólkaflokkinum heldur vera best.


10 ára uppsagnartíð

Í samgonguskjalinum stendur, at samgongan ætlar, at fiskiveiðiskipanin skal byggja á eina loyvisskipan við 10 ára uppsagnartíð.

Samgongan er samd um, at prosentparturin, sum svarar til 1 ára uppboðssølurættindi í 2019, har parturin oman fyri hámarkið í §15 í løgtingslóg um sjófeingi av svartkjafti, norðhavssild og makreli er íroknaður, verður saman við menningarkvotunum samlaður og býttur í tveir lutir.

– Annar luturin verður tøkur til royndar- og verandi menningarkvotur, meðan hin verður avhendaður sum loyvir við 10 ára uppsøgn. Hesin kann tó ikki verða størri enn prosentparturin av 1 ára uppboðssølukvotuni í 2019. Lækking av heildarkvotuni fer beinleiðis av hesum kvotum, til heildarkvoturnar eru ájavnt við hámarkið, stendur skrivað í samgonguskjalinum.

Samgongan vísir á, at verandi menningarkvotur verða eftirmettar og kunnu gerast til loyvir við 10 ára uppsøgn, um mett verður, at tær eru virðisskapandi og burðardyggar.

– Kvotur, sum eru seldar sum 3 og 8 ára rættindi, verða umlagdar til loyvir við 10 ára uppsøgn og skulu aftan á uppboðssølutíðarskeiðið rinda tilfeingisgjald. Tað sama verður galdandi fyri øll rættindi á Flemmish Cap og í Barentshavinum, sgiur samgongan.

ABH-samgongan er eisini samd um, at tilfeingisgjaldið verður eitt yvirskotsgrundað gjald, sum tekur hædd fyri rentu-, olju- og fiskaprísi, soleiðis at inntøkur landsins út frá verandi fortreytum verða umleið á sama støði sum í 2018.

Fyri at tryggja nýtslu av óbrúktum fiskirættindum kann royndarkvota verða latin sum ískoyti til hesar royndir, verður sagt.


Knýtt at stálinum

Samgongan vil, at fiskiloyvi skulu knýtast at skipunum, millum annað fyri at tryggja manningunum rætta hýru. Umsetiligheit verður loyvd, og í umseting kunnu kvotur/fiskidagar latast fyri eitt ár ella sum endalig avhending.

– Besta gagnnýtsla fæst úr tilfeinginum, um loyvini verða útskrivað sum eginkvotur. Tí vil samgongan miða ímóti at skipa allan fiskiskap sum eginkvotur, stendur í samgonguskjalinum.

Jørgen Niclasen vísti á undir framløguni, at við tað, at tað, sum hann kallaði, at vinnan fekk tryggari karmar at virka undir, so fór vinnan eisini at gera nýíløgur í skip, og tað fer eisini at gera, at vit fara at fáa ein munandi grønari flota.  

Fiskidagaskipanin varðveitt

Samgongan ætlar eisini, at fiskidagaskipanin verður varðveitt, og gerast skal ein umsitingarætlan.

– Fyri at tryggja ein fjølbroyttan og breiðan eigaraskara verða avmarkingar gjørdar í, hvussu stóran part hvør einstakur kann hava av rættindum í hvørjum bólki og av hvørjum fiskaslagi, stendur í skjalinum.

Allur fiskur skal um føroyskan kaikant. Tó skal undantak vera fyri fjarfiskiskap, har umstøður so sum góðska og/ella kostnaður tala fyri tí, og fyri fiskiskap, har móttøkukapasiteturin í Føroyum er avmarkaður. Eisini um serligar umstøður gera seg gjaldandi, skal vera møguligt at fáa undantak.

Í mesta lagi 25% útlendskur eigaraskapur

Eftirlitið við útlendskum eigaraskapi í fiskivinnuni skal styrkjast, bæði tá talan er um avgerðarrætt og til fyribyrging av transfer pricing, sigur samgongan. Útlendskur ognarlutur, sum er í vinnuni í dag, fær loyvi at halda fram, og í nýggjum feløgum kunnu útlendingar í mesta lagi eiga 25%, soleiðis at vitan kann koma føroysku fiskivinnuni til góðar. Tryggjast skal, at avgerðarrætturin til eina og hvørja tíð er á føroyskum hondum.

– Skipanin við stongdum leiðum á landgrunninum verður eftirmett. Royndarveiða á Føroya Banka heldur fram við tí endamáli at kanna, um veiða á bankanum kann takast upp aftur, sigur samgongan.

Í umsetiligheitini má tryggjast, at veiðiorka á djúpum vatni ikki ótarnað kann flytast inn á grunt vatn. Um fiskirættindi verða endaliga avhendað, verður henda søla skattað, verður eisini sagt.

Tilfeingisgjaldið skal geva pengar til landið

Uppboðssølan hevur givið landskassanum nógvan pening seinastu fýra árini, men Jørgen Niclasen heldur ikki, at landskassin fer at missa pening. Hann vísir á, at tilfeingisgjaldið ístaðin skal geva landskassanum pening.

Anstøðan hevur longu úttalað seg um, at nýggi fiskivinnupolitikkurin er tað, sum tey kalla at rulla aftur til gomlu skipanina.