Uppgivin í Noregi - fekk lekidóm í USA

- Læknarnir í New York hava megnað at bjargað lívi mínum, sigur Elisabeth Rasmussen.

 

- Eftirviðgerðin fer at geva mær ein størri møguleika at liva eitt langt og gott lív. Mynd: Privat.

- Eftirviðgerðin fer at geva mær ein størri møguleika at liva eitt langt og gott lív. Mynd: Privat.

 

Elisabeth Rasmussen er vorðin lekt fyri krabbasjúku eftir eina tilpassaða viðgerð við kyknueituri og skurðviðgerð í USA. Men, norska heilsuverkið sær viðgerðina, hon hevur fingið, sum eitt eksperiment, sum tey rópa tað.

Nú stríðist Elisabeth Rasmussen fyri at kunna halda fram við protonterapi sum eftirviðgerð, men norska heilsuverkið vil ikki rinda tær 1,5 miljónir norsku krónurnar, sum henda viðgerð kostar í USA.

Tað var í januar mánaði í ár, at NRK fortaldi søguna um Elisabeth Rasmussen, sum sá seg noydda at fara heilt yvir til USA fyri at fáa sína lívbjargandi viðgerð móti krabbameini.

Eftir árum við upp-og niðurtúrum fekk norska kvinnan í desember í fjør staðfest bróstkrabba við spjaðing. Tá vóru boðini frá norska heilsuverkinum, at tey ikki høvdu annað at bjóða ungu kvinnuni enn linnandi viðgerð, meðan hon enn var á lívi.

Men, tá fóru familja og góðir vinir í holt við eina innsavning fyri at kunna gjalda lívbjargandi viðgerðina, sum henni stóð í boði í USA. Nú hava fimm mánaðir í viðgerð í USA givið úrslit, og Elisabeth Rasmussen er lekt fyri krabbamein.

Henni tørvar nú stívliga 1,5 miljónir norskar krónur aftrat til eina eftirviðgerð við protonstrálum. - Læknarnir í New York hava megnað at bjargað lívi mínum við at fremja nakað, ið tóktist ómøguligt í Noregi, sigur Elisabeth Rasmussen við NRK.

Hon leggur aftrat, at nú hevur hon ikki krabbamein longur, men kortini er hon ikki staðfest frísk. - Eftirviðgerðin fer at geva mær ein størri møguleika at liva eitt langt og gott lív, sigur Elisabeth Rasmussen.

Søgan um ungu norsku kvinnuna kann lesast á www.nrk.no, og her sæst, at fíggjarligi tørvurin til viðgerð og nú eisini til eftirviðgerð er á tilsamans einar tríggjar miljónir norskar krónur.

Sambært NRK hjálptu familja og vinir henni við teirri fyrstu hálvu aðru miljónini, sum tey fingu við innsavning, og sum rakk til viðgerð og skurðviðgerð í New York, og nú er uppgávan at fíggja eftirviðgerðina við protonstrálum.

Tá NRK var í samband við Elisabeth Rasmussen í byrjanini av mai, segði hon, at samskifti millum læknarnar í New York og Noregi var gott. Men, hin 8. juli komu boðini um, at norska heilsuverkið ikki vil fíggja protonviðgerðina í USA.

- Tað er ikki prógvað, at protonviðgerð er effektivari enn fotonviðgerð, og seinni nevnda kann sjúklingurin fáa í Noregi, sigur deildarleiðarin hjá uttanlandsskrivstovuni á universitetssjúkrahúsinum í Oslo, Harald Platou.

 

 

 

- Eftirviðgerðin fer at geva mær ein størri møguleika at liva eitt langt og gott lív. Mynd: Privat.