Uppskot til veðurlagspolitikk ávegis

Uppskotið er sent áhugapørtum til ummælis. Freistin at gera viðmerkingar er um tvær vikur

 

Um ársskiftið setti landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg, ein arbeiðsbólk at gera uppskot til endurskoðaðan veðurlagspolitikk. Arbeiðsbólkurin hevur nú gjørt eitt ávegis uppskot, sum í farnu viku varð sent áhugapørtum til ummælis.

Hesum boðar Heilsu- og Innlendismálaráðið frá í dag.

Freistin at gera viðmerkingar er sett at vera tann 31. mai. Tá viðmerkingarnar hjá áhugapørtunum eru viðgjørdar, verður uppskotið latið landsstýriskvinnuni. Síðani verður endurskoðaði veðurlagspolitikkurin viðgjørdur politiskt.