Uppskrift: Páskabreyð við litaðum eggum

Lekkurt og øðrvísi til páskabrunsj, heldur Jóhanna á Tjaldrafløtti, stjóri á Húsarhaldsskúla, sum hevur roynt hesi lekkur breyðini um Páskirnar

Páskabreyðini hóska seg væl til brunsj

Páskabreyðini hóska seg væl til brunsj

Her er enn ein leskilig uppskrift frá Jóhonnu á Tjaldrafløtti og Húsarhaldsskúla Føroya. Hesuferð luta vit uppskrift upp á øðrvísi og stuttlig páskabreyð við litaðum eggum í. Upplagt er at hava børnini uppi í, tí tað er stuttligt at lita eggini, gera deiggið og síðani eta hesi breyðini saman - ein ordiliga páskamáltíð. 

Páskabreyð  12 stk.
25 g av geri

2½ dl av vatni

2 súpisk av olju

1 súpisk av sukri

1 egg

150 g av rivnum gularótum

1 tesk av salti

150 g av rugmjøli

Uml. 350 g av hveitimjøli

12 litaði hartkókaði egg

 

Omanyvir:
Samanpískað egg

Sesamfrø


Mannagongd:

Loys gerina upp í flógva vatninum. Koyr restina av tilfarinum í-  hveitimjølið seinast - og elt væl, til deiggið sleppir ílatinum.

Set deiggið at ganga á flógvum staði í umleið 45 min.

Být deiggið í 12 bollar. Koyr hvønn bolla í tveir partar og rulla hvønn partin til umleið 24 cm til longdar

Snara longdirnar saman og  evna til eitt reiður og legg eitt egg í miðjuna.  Legg á eina plátu, sum er klødd við bakipappíri  og lat ganga í umleið 45 minuttir.

Pensla við  egginum  og stroy sesamfrø á

 

Hita ovnin til 180c  og baka mitt í ovninum í á leið 15-18 min

 

##med2##

 

Lita egg
Kóka eggini fyrst í á leið 10 minuttir

Reytt  ½ litur av vatni, 1 súpiskeið av ediki, 1 tesk av salti,  300 g av reyðrót skorin í bitar.  Koyr alt í eina grýtu og lat kóka í umleið 15 minuttir

 

Gult ½ litur av vatni, 1 súpiskeið av gurkumeie,1 súpiskeið av ediki, 1 teskeið av salti.  Koyr alt í eina grýtu og lat kóka í á leið 15 minuttir

OBS: Til ber eisini at brúka fruktliting, men minst til at  koyra edikk í fyri at binda litin.

 Eggini skulu liggja í vatninum í uml. 30 min

 

Les eisini: páskareiður við marsipan og sjokolátu

Páskabreyðini hóska seg væl til brunsj

Páskabreyðini eru eisini stuttlig at gera saman við børnum - fyrst lita egg og síðan gera deiggj