Handalig frálæra í Skúlanum á Ziskatrøð

Í Klaksvík taka tey nú serlig stig til tess at menn næminarnar, sum fara í 10. flokk, í handaligu lærugreinunum. Skúlablaðið skrivar, at hósdagin var kunnandi fundur fyri foreldur og næmingar, ið komandi skúlaár fara at ganga í 8., 9. og 10. flokki.

Endamálið við fundinum var at kunna foreldur og næmingar um teir mongu møguleikar, ið eru, nú næmingarnir skulu velja vallærugreinar. Harafturat var eisini avdúkað, at skúlin á Ziskatrøð kann bjóða tvær nýggjar og spennandi breytir komandi skúlaár.

Seinastu árini hevur verið gjørligt at velja tvær serligar breytir í Valskúlanum (10. flokkur), nevndar ”miðnám mál” og ”miðnám støddfrøði”. Hesar breytir hava verið liður í, at skúlin ynskti at fyrireika næmingar sum best, um tey høvdu ætlanir um at fara í holt við miðnáms-lestur. Men seinnu árini hevur verið arbeitt við at menna serliga breyt, ið er hugsað sum fyrireiking hjá teimum, ið hava ætlanir um at fáa sær eina yrkisútbúgving. Og frá komandi skúlaári bjóðar skúlin næmingum at taka serligu ”M.E.S.” breytina. ”M.E.S.” stendur fyri motor, el og smíð, og fáa næmingarnir sostatt fyrireikandi ástøðiliga og handaliga frálæru í hesum trimum lærugreinum.

Í komandi viku fer skúlin at leggja meiri kunnandi tilfar um valmøguleikar á heimasíðuna og at handa næmingunum valseðlarnar.