Upsafiskiskapurin er vánaligur

Bert ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap í løtuni, og allir teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju.

 

Í dag, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri ráfiskatilfeingið í næstu viku, vóru fimm partrolarapør til fiskiskap, men flestu pørini eru júst byrjaði nýggjan túr. Tí verður ikki roknað við nógvum fiski frá partrolarunum í næstu viku.

Sagt verður eisini, at upsafiskiskapurin hjá partrolarunum í løtuni er vánaligur - ja, onkur sigur sera vánaligur. Skipini fingu annars væl av upsa einaferð miðskeiðis í summar, men nú roynist upsafiskiskapurin ikki.

Í løtuni er bara ein djúpvatnstrolari til fiskiskap. Teir eru á royndarveiði eftir stinglaksi, og væntandi kemur trolarin inn at landa fyrst í næstu viku. Allir teir smáu trolbátarnir liggja eisini við bryggju í løtuni, men væntandi fer onkur út aftur í næstum.

- Tvey garnaskip fiska svartkalva, og annað skipið kemur inn at landa mánadagin. Hitt kemur helst síðst í vikuni. Fiskiskapurin eftir svartkalva er smáligur. Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap. Teir landa helst miðskeiðis í vikuni.