Upsafiskiskapurin er vánaligur

Í løtuni eru allir teir smáu trolbátarnir til fiskiskap, og væntandi koma allir inn at landa í næstu viku.

Nakrir partrolarar landa mánadagin, og hinir koma inn at landa seinni í vikuni.

Nakrir partrolarar landa mánadagin, og hinir koma inn at landa seinni í vikuni.

Í løtuni eru sjey partrolarapør til fiskiskap, og væntandi koma øll inn at landa í vikuni, sum kemur. Nøkur skip koma mánadagin, og hini koma seinni í vikuni. Men, fiskiskapurin hjá partrolarunum er vánaligur í løtuni.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tveir djúpvatnstrolarar eisini eru til fiskiskap. Teir eru vestan fyri og fiska kongafisk, og væntandi koma báðir inn at landa í næstu viku.

- Allir teir smáu trolbátarnir eru eisini til fiskiskap. Fýra eru á Skeivabanka, og fýra eru eystanfyri. Allir royna eftir havtasku. Møguliga landar onkur mánadagin, og hinir landa antin miðskeiðis ella síðst í vikuni.

Lagt verður aftrat, at eitt garnaskip fiskar svartkalva og kemur inn at landa síðst í næstu viku. Fiskiskapurin er smáligur. Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap. Skipið, sum fiskar havtasku, landar miðskeiðis í næstu viku.

Nakrir partrolarar landa mánadagin, og hinir koma inn at landa seinni í vikuni.