Úr farloyvisstarvi í fast leiðarastarv

Hans Andrias Olsen hevur í fleiri ár starvast á dagstovnaøkinum og innan kommunal ungdómstilboð.

Klaksvíkingurin, sum býr í Funningsfirði, hevur nú fingið fast leiðarastarv.

Klaksvíkingurin, sum býr í Funningsfirði, hevur nú fingið fast leiðarastarv.

 

Klaksvíkingurin, Hans Andrias Olsen, sum býr í Funningsfirði, er nú settur sum leiðari við Stórá í Rituvík og á Glyvrum. Talan er um frítíðarskúlatilboð hjá Runavíkar kommunu. Stórá er í Rituvík, og hetta tilboð er nú víðkað við einari deild, sum heldur til í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum.

- Á heysti 2019 tók Hans Andrias Olsen við farloyvisstarvi sum leiðari á frítíðarskúlanum við Stórá í Rituvík. Nú farloyvistíðin var runnin, søkti kommunan eftir leiðara til frítíðarskúlatilboðið. Hans Andrias var ein teirra sum søkti, og millum umsøkjararnar varð hann nú kosin og settur í fast starv sum leiðari.

Tað vita tey í Runavíkar kommunu at siga í dag. Lagt verður aftrat, at Hans Andrias er útbúgvin bachelor í námsfrøði. Hann hevur í fleiri ár starvast á dagstovnaøkinum og innan kommunal ungdómstilboð.  Í Runavíkar kommunu ynskja tey Hans Andriasi Olsen góða eydnu og blíðan byr í starvinum.

Klaksvíkingurin, sum býr í Funningsfirði, hevur nú fingið fast leiðarastarv.