Úr happing og rúsi til sterkasta mann

Sum ungur varð hann happaður, livdi í rúsi og uppførdi seg býttisliga. Í dag er hann sterkasti maður í Noregi flokkinum upp til 90 kilo.

 

Søgan um 33 ára gamla norðmannin, Kjetil Finnes, er áhugaverd, og hon kann eisini geva onkrum mót, sum kanska kennur seg aftur í tí, sum var karmur um lív og uppvøkstur hjá tí unga norðmanninum. 

Sum ungur varð hann happaður í fleiri ár; seinni søkti hann spenning í rúsi, og hann uppførdi seg býttisliga. Í dag er hann sterkasti maður í Noregi í 90-kilo flokkinum, og hann er eisini EM-vónin hjá Noregi.

Lívið hjá Kjetil Finnes fekk eina vend, tá hann møtti unnustu síni, 34 ára gomlu, Hanne Løvdal, sum eisini stuðlaði honum væl, tá hann byrjaði at styrkivenja fyri nøkrum árum síðan.

Í norska Aftenbladet fortelur hann nú søguna um sítt lív - hvussu hann flutti millum biologisku mammuna, fosturforeldur, til hann at enda fekk sítt fótafesti í fosturheiminum í Mandal.

Kjetil Finnes hevur møtt pápa sínum bert nakrar fáar ferðir í lívinum, men í dag hevur hann góð viðurskifti við mammu sína.

##med2##

Hann er ikki nakrar stórur maður, 175 sentimetrar høgur og hevur sambært treningsforum.no vant í vektflokkinum, 90-94 kilo - og kappast í "strongman" í flokkinum undir 90 kilo.

- Málið er at vinna NM. Eg eri vorðin sterkari, síðan 2014, men eg er eisini vorðin nógv betri fyri tekniskt, sum hevur velduga stóran týdning, sigur Kjetil Finnes í einari eldri samrøðu við www.treningsforum.no.

##med3##

 

 

Kjetil Finnes er sterkastur í Noregi í flokkinum upp til 90 kilo.