Urtagarðsplantur villast út í náttúruna

Urtagarðsplantur, sum hava verið í Føroyum í nógv ár, eru nú farnar at seta fræ í náttúruni. Øktur flutningur av fólki og vørum og veðurlagsbroytingar gera, at nýggj plantusløg spretta fram í føroysku náttúruni

Sponsk hindber síggjast nú eisini í føroysku náttúruni. (Mynd: Dánial Jespersen)

Sponsk hindber síggjast nú eisini í føroysku náttúruni. (Mynd: Dánial Jespersen)

Føroyska náttúran broytist. Í gjáum, gilum og homrum eru nú brádliga nýggjar plantur at síggja, sum higartil bert hava verið í urtagørðum.

– Vit eru seinastu árini ferð eftir ferð komin fram á urtagarðsplantur, sum eru vilstar út í náttúruna. Tær eru serliga at finna á støðum, har seyður ikki sleppur til, sigur Magnus Gaard, plantufrøðingur á Tjóðsavninum.

Eitt nú síggjast blóðdroparunnar (Fuchsia) nú breiða seg niðan ígjøgnum gjáir og hamrar ymsastaðni uttangarðs. Hetta eru vælkendir runnar í urtagørðum í Føroyum, men teir hoyra ikki heima í føroysku náttúruni.

Eisini eru spanskir hindberjarunnar (Rubus spectabilis), sum nógv hava í urtagørðum, oftari og oftari at síggja í náttúruni. Teir hava higartil bert breitt seg undir moldum, men nú eru teir farnir at seta fræ og spretta fram av sær sjálvum á nýggjum støðum.

 

HUMLUR OG ØKTUR HITI

Fyri nøkrum árum síðani varð staðfest, at humlur vóru komnar til landið og vóru farnar at yngla í Føroyum. Humlur eru stórar og sera ágrýtnar at dusta.

Blóðdroparunnar og spanskir hindberjarunnar hava verið í føroyskum urtagørðum í fleiri áratíggjur, men teir hava á ongan hátt verið vandamiklir, tí teir hava bert spjatt seg ókynjað undir mold. Eftir at humlurnar eru komnar til landið, er hetta broytt, tí tær dusta planturnar, so tær verða gitnar og fáa blómur ella ber.

– Spanskir hindberjarunnar hava ikki áður havt ber í Føroyum, men tað hava teir nú, og berini verða tikin av fugli og spjadd út í náttúruna.

– Veðurlagsbroytingar hava samstundis gjørt sítt til, at humlurnar trívast í Føroyum, og at vakstrarumstøðurnar í náttúruni hjá fremmandum plantum eru vorðnar betur, greiðir Magnus Gaard frá.

 

MANNASKAPTAR BROYTINGAR

Blóðdroparunnar og spanskir hindberjarunnar eru bert nøkur dømi um, at fremmandar plantur eru farnar at spretta fram í føroysku náttúruni.

– Eingin ivi er um, at broytingarnar í náttúruni eru mannaskaptar. Vit vita, at nýggj sløg av plantum og djórum verða flutt til

Føroya í nógv størri mun enn fyrr. Og vit vita eisini, at veðurlagið broytist av mannaávum, sigur Magnus Gaard.

Í vár lótu granskarar í stórum tali úr øllum heiminum eina frágreiðing úr hondum, sum staðfestir, at 1 millión sløg av djórum og plantum eru í vanda fyri at doyggja út. Granskararnir staðfesta, at høvuðsorsakirnar eru veðurlagsbroytingar og innrás av nýgg jum sløgum, sum troka upprunasløg burtur.

Árin á føroysku náttúruna av veðurlagsbroytingum eru lítið kannað.

Anna Maria Fossaa, sála, skrivaði í 2003 eina doktararitgerð um, hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar kunnu hugsast at fara at hava á føroyska upprunagróðurin.

Harumframt er Tjóðsavnið við í eini altjóða granskingarverkætlan, ið nevnist GLORIA, har fýra fjallatindar verða kannaðir á fimta hvørjum ári.

 

MEIRA GRANSKING

Nýggja Náttúrufyrisitingin á Umhvørvisstovuni er í samstarvi við Tjóðsavnið farin undir at fyrireika listar yvir plantusløg, sum vit serliga skulu halda eyguni við.

– Vit skulu gera ein svartalista við plantum og runnum, sum vit skulu eygleiða. Vit vita enn ikki, hvørji sløg koma á listan, men blóðdroparunnar og spanskir hindberjarunnar eru í øllum føri tvey góð boð, sigur Magnus Gaard.

Tørvur er á at gera nógv fleiri kanningar av árini av fremmandum djórum og plantum á føroysku náttúruna.

– Vit vita, at broytingar henda, men vit vita alt ov lítið um, hvussu álvarsligt tað er. Tað er umráðandi at fáa granskað nógv meira, hvussu stórur trupulleikin er, og um føroyskur upprunagróður verður trýstur burtur av nýgg ja vøkstrinum, sigur Magnus Gaard.

 

Tjóðsavnið

Magnus Gaard er plantufrøðingur á Tjóðsavninum. Tjóðsavnið er skipað í 4 høvuðs virksemisøki: Náttúra, mentan, miðlan og fyrisiting. Serøki á náttúruøkinum: Plantudeild, djór á landi og djór í sjónum.

Serøki á mentanarøkinum: Fornfrøði, fólkalívsfrøði og bygningadeild.

Ein savnsvørður er leiðari fyri hvørt av hesum økjum.

 

 

Eftir Dagmar Joensen-Næs

Vísindavøka serblað í Sosialinum 6. september

 

 

 

Sponsk hindber síggjast nú eisini í føroysku náttúruni. (Mynd: Dánial Jespersen)