USA: Tveir ógvisligir skottilburðir innan fyri 12 tímar

Innan fyri 12 tímar hava tveir ógvisligir skottilburðir verið í USA, annar í El Paso í Texas, og hin í Dayton, Ohio.

Um 16 tíðina í gjár fekk løgreglan í El Paso boð um, at fleiri skot vórðu latin av í einum Walmart handli í býnum. Sjónbandaupptøkur vísa, at ein 21 ára gamal maður kemur inn í Walmart við tí, ið líkist einari Kalashnikov riflu, og løtu seinni fór hann at skjóta frá hond.

20 fólk hava latið lív og 26 hava fingið løstir í tilburðinum, ið Greg Abbot, guvernørur, kallar fyri "ein av deyðiligastu døgum í søgu Texas".

Løgreglan hevur sambært BBC boðað frá, at 21 ára maðurin varð handtikin, uttan at løgreglan lat eitt tað einasta skot av.

Kannað verður í løtuni, um eitt anonymt manifest, ið boðar frá víðgongdari tjóðskaparhugsan (white nationalism á enskum), hevur tilknýti til hendingina. Í manifestinum, ið kom undan kavi á foruminum 8Chan, verður gjørt greitt, at endamálið við atsóknini var at raka latínamerikanarar í økinum.

Í minsta lagi tríggjar meksikanarar teljast millum tey deyðu.

12 tímar aftaná hendingina í El Paso var aftur ein skottilburður, hesaferð í Dayton í Ohio. Stutt eftir klokkan fimm í morgun (um 1 tíðina í Dayton), fekk løgreglan boð um skottilburð uttan fyri eina barr í Oregon býarpartinum.

Álopsmaðurin skjeyt níggju fólk til deyðis og løstaði í minsta lagi 16 onnur, áðrenn løgreglan kom á staðið og skeyt hann til deyðis.

Enn er ikki greitt, hvør orsøkin var til atsóknina.