Útbyggingin gongur sum ætlað

Tað er nógv hent, síðan alifelagið P/F Luna byrjaði at ala á Sørvágsfirði.

Umbyggingin hevur sett stór krøv til starvsfólk og veitara, men arbeiðið hevur gingið eftir ætlan.

Umbyggingin hevur sett stór krøv til starvsfólk og veitara, men arbeiðið hevur gingið eftir ætlan.

Tað er nógv hent, síðan alifelagið P/F Luna byrjaði at ala á Sørvágsfirði, og boðað varð frá, at felagið hevði sett smolt út á fjørðin í 2006. Vónirnar um, at virksemið fór at gerast størri, tá fiskurin fór at verða tikin, vóru góðar.

 

Í 2008 varð boðað frá, at felagið hevði keypt bláa bygningin á havnalagnum í Sørvági, og at ætlanin var at kryvja allan fiskin á kryvjivirkinum í Sørvági.

 

Sørvágs kommuna veit frá P/F Luna at siga, at nøgdirnar, sum eru viðgjørdar á virkinum, eru vaksnar støðugt, og í 2013 og 2014 vórðu tikin heili 10.000 tons hvørt árið.

 

- Í 2014 varð farið undir at útbyggja virkið, og hetta arbeiðið hevur hildið fram í 2015.

 

Sørvágs kommuna veit at siga, at nøgdirnar, sum felagið tók í 2015, vóru nakað minni enn hini bæði undanfarnu árini, nevniliga 8.500 tons.

 

- Umbyggingin hevur sett stór krøv til starvsfólk og veitara, men hóast avbjóðingarnar, hevur arbeiðið gingið eftir ætlan, veit Sørvágs kommuna at siga.