Myndin er tikin í Skopun í morgun. Her sæst útbyggingin av virkinum hjá Sandoy Seafood.

Útbyggja og dagføra fyri 20 miljónir

- Vit framleiða hesa vikuna og í næstu viku aftrat. Síðan fáa vit íslendingar heim higar at seta nýggjar maskinur, ymiska útgerð og bond upp á virkinum, sigur Martin Olsen, virkisleiðari.

Myndin er tikin í Skopun í morgun. Her sæst útbyggingin av virkinum hjá Sandoy Seafood.

 

Á Sandoy Seafood í Skopun hevur verið arbeitt alla tíðina, síðan Føroyar og allur heimurin kring okkum varð raktur av korona og fór niður í ferð. Virkið hevur ikki bara verið í gongd av og á, men tey 60-70 fólkini, sum eru knýtt at Sandoy Seafood, hava arbeitt næstan hvønn einasta yrkadag alla hesa tíðina.

- Í fyrsta lagi áttu vit nógvan frystan tosk á goymslu. Hetta var serliga norskur fiskur úr Barentshavinum og so fiskur frá Akrabergi. Vit keyptu fiskin í desember í fjør og í januar í ár. Í mun til teir fiskaprísir, sum hava verið undir korona-kreppuni, var hetta dýrur fiskur, vit keyptu.

Martin Olsen, virkisleiðari á Sandoy Seafood, vísir á, at tað er eitt sindur av tí øvuta, at virkið nú liggur inni við dýrt keyptum fiski, sum er virkaður og nú er trupul at selja, tí allur marknaðurin broyttist eftir ongari tíð.

- Hinvegin er hetta góður toskur í mun til toskin, sum eitt nú útróðrarbátarnir fáa. Nógv hevur verið frammi um, at hesin toskur hevur verið sera rak, og her suðuri hava vit slett ikki skoytt um tann fiskin.

Virkisleiðarin vísir á, at Sandoy Seafood tó hevur keypt frá smábátunum í oynni, sum tey sjálvsagt ikki hava viljað koyrt avstað aftur. Men, lítil útróður hevur verið í vár í mun til tað, sum var í fjør.

Á Sandoy Seafood hava tey hesa tíðina serliga virkað tosk, upsa og hýsu, og í Skopun verður alt meiravirkað og fryst, eisini lættsaltaðu fløkini. - Men, nú eru goymslurnar fullar. Vit goyma hjá okkum sjálvum, og vit goyma í bingjum og í frystigoymsluni í Kollafirði.

Men, Sandoy Seafood stendur eisini fyri útbyggingum og dagføringum, og tí passar tað virkseminum væl, at lagt verður stilt í nakrar vikur, tá næsta vikan er løgd afturum. - Vit framleiða hesa vikuna og í næstu viku aftrat. Síðan fáa vit íslendingar heim higar at seta nýggjar maskinur, ymiska útgerð og bond upp á virkinum.

Martin Olsen sigur, at longu nú eru ymiskar dagføringar gjørdar á virkinum, og her er eisini bygt upp í virkið. - Íløgurnar, sum skulu gerast við útbygging, størri og betri frystiorku, nýggjum maskinum umframt fleiri øðrum dagføringum, snúgva seg um tilsamans einar 20 miljónir krónur, harav tær tær fyrstu 15 miljónirnar verða brúktar nú.

Virkisleiðarin væntar, at tey arbeiðini, sum nú skulu gerast, og sum íslendskir veitarar eru partur av, fara at taka einar fimm vikur.

- Vit fáa eitt nú nýggjar maskinur, kutarar og bond, og nýggja frystingin er sjálvsagt ein stór íløga, sigur Martin Olsen, sum fegnast um, at Sandoy Seafood nú fær hesar dagføringar, sum fara at gera virkið enn meira kappingarført og nútímans.

Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í dag, er snøgt serblað um vinnu - serliga við atliti til korona-kreppuna. Her eru samrøður við veitarar og framleiðarar, og her er eisini samrøða við eitt nú nýggja formannin í Búskaparráðnum, Hera á Rógvi.

 

 

Myndin er tikin í Skopun í morgun. Her sæst útbyggingin av virkinum hjá Sandoy Seafood.