Ílatin bjargingarvestar verður ferðalagið skjútsað í land í tryggum ribbara, mannaður við kønum fólki.

Útferð í Stóru Dímun í morgin

Á veg út bjóðar skipið kaffi og á heimferðini heita Thorshavn-suppu.

Ílatin bjargingarvestar verður ferðalagið skjútsað í land í tryggum ribbara, mannaður við kønum fólki.

Í morgin, hósdagin 15. august, sigur hann frá besta veðri, og tí fer Thorshavn at gera túr út í søguríku Stóru Dímun. Fyrireikararnir siga, at loyst verður av Krambatanga, tá Smyril er komin úr Havn um 11-tíðina í morgin.

- Á veg út bjóðar skipið kaffi og á heimferðini heita Thorshavn-suppu. Ílatin bjargingarvestar verður ferðalagið skjútsað í land í einum tryggum ribbara, sum er mannaður við kønum fólki.

Tað verður bóndin, sum tekur ímóti, antin á Gjónni ella á Rakhellu, og haðani leiðir hann ferðalagið trygt upp gjøgnum Kleivina og omanaftur. Uppi á oynni fáa fólk høvi at vitja heimsins mest fjarskotna og einsamalla bóndagarð.

- Túrurin upp gjøgnum Kleivina er sjálvandi eitt sindur avbjóðandi, men er annars góður og tryggur at ganga, og tí er túrurin eisini egnaður børnum í skúlaaldri, siga fyrireikararnir sum leggja aftrat, at tilmelding fer fram á tlf. 286554 ella á [email protected]

Ílatin bjargingarvestar verður ferðalagið skjútsað í land í tryggum ribbara, mannaður við kønum fólki.