Útlendingar sum flyta til føroya skulu læra seg føroyskt

Vit noyðast at lurta eftir teimum útlendingum, sum eru komnir hendanvegin og vísa eiga at vísa virðing fyri teimum, heldur landsstýrismaðurin

helgi Abrahamsen heldur røðu fyri teimum, sum vóru hjástødd, tá ið nýggja integratións-heimasíðan varð tikin í brúk

helgi Abrahamsen heldur røðu fyri teimum, sum vóru hjástødd, tá ið nýggja integratións-heimasíðan varð tikin í brúk

– Eingin kann liva við óskipaðari tilflyting, og skulu vit nú hava eina integratiónslóg í Føroyum.

Tað segði Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í uttanlandsmálum í Norðurlandahúsinum seinnapartin, tá ið Útlendingarstovan tók nýggja heimasíðu í brúk.

Hetta er ein heimasíða, www.integration.fo,  har vitan, upplýsingar og royndir um integratión í Føroyum verður latið almenninginum, so at eisini onnur kunnu fáa gagn av tí.

– Sum samfelag sleppa Føroyar ikki undan at tilflytarar eru vorðin ein sjálvsagdur partur av føroyska samfelagnum. Men eingin kann liva við, at tilflyting er óskipað og tí er arbeiðið byrjað at gera eina integratiónslóg í Føroyum.

Í hesum sambandi er tað ætlanin, at tað skal vera eitt krav, at tilflytarar, sum vilja hava varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, skulu duga føroyskt.

Í løtuni verður sostatt eisini arbeitt við at styrkja frálæruna í føroyskum sum fremmandamáli.

– Sum samfelag er tað okkara skylda at bjóða tilflytarum neyðugu amboðini, so tey kunnu vera við til at menna samfelagið, tey eru partur av, segði landsstýrismaðurin, sigur Helgi Abrahamsen.

Hann vísir á, at tey flestu av okkum hava beinleiðis, ella óbeinleiðis, samband við útlendingar, sum liva og virka í Føroyum.

– Tað kann vera við mammuna at barninum á dagstovninum, tað kann vera við starvsfelagan, sum er komin hendavegin at arbeiða, ella við familjuna, sum hevur keypt hús í grannalagnum.

– Vit vita, at útlendingar, sum flyta til Føroya, eru aftra seg at taka lut í almenna orðaskiftinum.

Tey flestu tiga, tí tey vilja ikki vera ófólkalig og standa við fremstafingri og seta krøv og tí laga tey bara heldur eftir umstøðunum.

–  Hesum skulu vit ansa eftir. Tey, ið koma uttanífrá, kunnu seta neyðugar spurningar við okkara sjálvsfatan, og gera vart við viðurskifti, vit vanliga ikki gáa um.

– Vit noyðast at lurta og vísa virðing fyri at fáa lýst allar tættir og allar avbjóðingar við integrasjón í Føroyum, segði landsstýrismaðurin.

helgi Abrahamsen heldur røðu fyri teimum, sum vóru hjástødd, tá ið nýggja integratións-heimasíðan varð tikin í brúk