Útlendingar vilja keypa ognir í Føroyum til vinnulig endamál

– Tað er betur at vera fyrivarin enn eftirsnarin. Tí so sleppa vit undan einum møguligum trupulleika í framtíðini, sigur Kára á Dunga um vaksandi áhugan frá útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum

 

 

Meklarafyritøkurnar í Føroyum hava fleiri ferðir gjørt vart við, at áhugin frá útlendingum at keypa sær hús og jørð í Føroyum er alsamt vaksandi. Nú er hetta endað í løgtinginum, har stórur partur av løgtingslimunum er ímóti at gera avmarkingar til útlendingar á hesum økinum. 

Fleiri av teimum, sum eru ímóti uppskotinum hjá Tjóðveldi um at gera avmarkingar á kinum, argumentera við, at tað er diskriminatión at forða útlendingum at keypa ogn í Føroyum, tí føroyingar kunnu frítt keypa aðrastaðni.

– Tað ber illa til at samanbera okkum við stórar tjóðir sum Spania og Italia, har føroyingar keypa sær ognir. Føroyar eru eitt lítið land, og tað kann skjótt vera, at tað fer at síggjast ein stórur munur á, um útlendingar keypa sær hús og jørð her, sigur Kára á Dunga, stjóri í meklarafyritøkuni Betri Heimi.

Tað eru nevniliga ikki bara privatpersónar, sum eru áhugaðir í at keypa ognir í Føroyum. Áhugin, sum hevur verið støðugt vaksandi seinastu árini, er víðkaður til eisini at fevna um vinnulig endamál. Tað leggja tey merki til í Betri Heimi. 

– Inntil í fjør hevur tað verið til privat brúk. Men nú síggja vit, at tað bæði er privatur og vinnuligur áhugi frá fyritøkum og fólki, sum spekulera. Summi spekulera í, um mann skal keypa eina ogn á nógvar ferðmetrar, sum mann t.d. kann byggja á og leiga út, sigur Kára á Dunga.

Sum nú er, so kann ein og hvør útlendingur gera tað uttan nakra avmarking.

– Vit kunnu einki annað enn at veita teimum eina góða tænastu og fortelja teimum, at tað eru ongar forðingar at keypa í Føroyum. Tá tey spyrja ítøkliga, hvørji støð eru attraktiv, so fortelja vit teimum tað, sigur Kára á Dunga.

Hon hevur ikki eina meting um, hvussu áhugin og eftirspurningurin frá útlendingum fer at vísa seg um nøkur ár. Men hon samanber áhugan við gongdina í ferðavinnuni, sum hevur vundið sera nógv uppá seg seinastuni, og áhugin at keypa hús er vaksin samstundis við ferðavinnuna. Tí heldur hon tað vera natúrligt at taka eina støðu til hetta.

Eg veit jú ikki, um tað verður ein trupulleiki í framtíðini. Men tað er betur at vera fyrivarin enn eftirsnarin. Tí so sleppa vit undan einum møguligum trupulleika í framtíðini, sigur Kára á Dunga. 

– Vit leggja bara merki til, at áhugin er vaksandi, og so kunnu tey, sum hava politiskan avgerðarrætt velja at gera nakað við tað ella lata vera, sigur hon.

Hon leggur aftrat, at tey ikki hava fingið nógvar fyrispurningar í seinastuni, tí nú hevur ferðavinnan jú ligið lamin orsakað av koronastøðuni. Men beint áðrenn korona var áhugin sera stórur.