Útoyggjafelagið við útoyggjadegi fyri útoyggjafólk

Leygardagin 24. august skipar Útoyggjafelagið fyri útoyggjadegi á Kalsoynni. Tiltakið er bara fyri limir í Útoyggjafelagnum og onnur, ið eru virkin á útoyggj

Í nógv ár hevur Útoyggjafelagið skipað fyri útoyggjastevnu, har fólk úr øllum landinum kunnu vera við. Dagarnir hava verið sera væl vitjaðir, og tað hevur mangan verið ein avbjóðing hjá fáu staðbundnu fólkunum á útoyggj at fáa alt at rigga bæði viðvíkjandi ferðing, hølisviðurskifti, tiltøkum og øðrum.

Í ár hevur Útoyggjafelagið sagt, at tiltakið bara er fyri tey, sum búgva á útoyggj, eru limir í Útoyggjafelagnum og onnur, ið eru virkin á útoyggj.

Útoyggjadagurin verður á Kalsoynni. Tiltøk verða í øllum fýra bygdunum á oynni, á Syðradali, á Húsum, í Mikladali og á Trøllanesi. Byrjað verður klokkan 10 og endað umleið klokkan 22.

Endamálið við degnum er at samansjóða, kjaka og finna eitt felags stev í mun til avbjóðingarnar á útoyggj, eitt nú í ferðavinnuni, verður skrivað á facebooksíðuni hjá felagnum.

Árligi aðalfundurin hjá Útoyggjafelagum er eisini á skránni.

Útoyggjafelagið sigur, at málið er at skifta í millum útoyggjastevnu og temadag.