Útróðrarbátar hava góðan fiskiskap

Flestu línuskip fiska í løtuni undir Føroyum, og fleiri koma inn at landa í næstu viku.

 

Flestu línuskip eru í løtuni til fiskiskap undir Føroyum, tó eru tvey í íslendskum sjógvi. Skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu.

- Eitt línuskip er eisini á Rygginum, og aftrat toski er veiðan hjá hesum skipi serliga svartkalvi og blálonga.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at annað av skipunum, sum er í íslendskum sjógvi, kemur heim at landa mánadagin.

- Flestu línuskip, sum fiska undir Føroyum í løtuni, koma inn at landa, sum næsta vika gongur, verður lagt aftrat.

Streymurin er góður, men harðnar, sum næsta vika gongur. Útlit eru til, at veðrið verður gott.

- Vit rokna tískil við nógvum útróðri. Bátarnir hava góðan fiskiskap, og veiðan er so at siga bara toskur og hýsa.