Útróðrarbátarnir fáa tosk upp móti 20 kilo

Línubátarnir hava fingið nakað av sera stórum toski síðsta túrin. Onkur toskur vigar upp móti 20 kilo. Eyðstein Sørensen, skipari á Pison, sigur, at talan er um gýtingartosk

Pison og Kvikk hava fingið stóran tosk norðanfyri (Mynd: Norðlýsið)

Pison og Kvikk hava fingið stóran tosk norðanfyri (Mynd: Norðlýsið)

– Tað er gott slag av toski. Vit hava roynt norðanfyri, og tað hava verið nakrir stórir toskar  uppí. Hetta er vanligt hesa tíðina av árinum, sigur Eyðstein Sørensen.

Síðsta túrin høvdu teir 140.000 pund uppá 11 setur. Teir høvdu 90.000 pund av toski og 34.000 pund av hýsu. Nakað av longu og øðrum fiski var eisini. Eisini høvdu teir 5.000 pund av rogni.

Bæði Pison og Kvikk hava roynt norðanfyri.

Jóhannus Ziska, formaður á Kósini í Klaksvík sigur, at nakrir av toskunum vóru sera stórir. Stóri toskurin líktist bankatoskinum, skræðan er ljós og roggið hvítt.

– Vit hava skilt fiskin frá Kvikki. Har vóru nakrir stórir toskar millum 10 og 20 kilo. Hetta er toskur, ið kemur inn at gýta, og hann sær út til at vera væl fyri, sigur Jóhannus Ziska.


Pison og Kvikk hava fingið stóran tosk norðanfyri (Mynd: Norðlýsið)