Útstykkja átta grundstykkir

Tveir sáttmálar um arbeiðstøkur vórðu undirskrivaðir á kommunuskrivstovuni í Vága kommunu í dag

Fyrr í ár vórðu tvey arbeiði í Vága kommunu boðin út. Fyrra arbeiðið er ein útstykking til átta grundstykkir eystanfyri Skaldaveg í Miðvági, og tað fekk Sp/f Deskon við Dánial Johansen. Arbeiðið byrjar eftir ætlan 20. mai 2020 og skal eftir ætlan verða liðugt til avhendan 20. oktober 2020, skrivar Vága kommuna á heimasíðuni.

Eisini varð sáttmáli undirskrivaður at gera arbeiðið, at planera og stoypa dekk á ytra parti av Heimaru Bryggju. Arbeiði fekk Sp/f Dalsbø við Hans Magnussen. Hetta arbeiðið fer í gongd skjótast gjørligt og fer eftir ætlan at varða 3-4 vikur.

Dánial Johansen og Hans Magnussen vóru á kommunuskrivstovuni seinnapartin og undirskrivaðu sáttmálarnar saman við Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóra, skrivar Vága kommuna.

##med2##