Váðaráðið fer at hyggja nærri at Betri-samtakinum

Føroya Váðaráð hevur á fundi gjørt av, at hyggjast skal nærri at Betri-samtakinum

Mánadagin hevði Føroya Váðaráð fund, har støðan í føroyska bankageiranum bleiv viðgjørd, og hvussu føroyski búskapurin yvirhøvur hevur staðið seg í hesum korona tíðum.

Harumframt bleiv bygnaðurin og lógargrundarlagið hjá Betri-samtakinum umrøtt á fundinum.

Samtakið hevur bæði ein SIFI banka og eitt SIFI tryggingarfelag, og slíkur bygnaður finst hvørki í Danmark ella Grønlandi. Føroya Váðaráð fer at hyggja nærri eftir hesum bygnaði á næsta fundi.