Væl umtókt donsk rás ikki við í pakkunum hjá Televarpinum

Skrivað hevur: Símun úr Konoy

Skrivað hevur: Símun úr Konoy

Danska sjónvarpsrásin DK4 er sera væl umtókt av serstakliga teimum tilkomnu. Her ber til at síggja stóru konsertirnar hjá Andre Rieu, Helene Fisher, Hansi Hinterseer og øðrum heimskendum sangarum og tónleikarum.

Danskur tónleikur og sangur er somuleiðis sera væl umboðaður. Musik i Mariehaven, Dansktoppen og aðrar sendingar hava við sær, at listarfólkini gerast bæði kend og viðurkend.

Samstundis hevur rásin stóran týdning fyri mangan føroyskan sangara og tónleikara, tí tað fer neyvan ein sending framvið uttan so, at t.d. Hallur Joensen, Evy Tausen, Kristel Lisberg, Jacob Haugaard ella Kristina Bærendsen standa og framføra teirra verk á pallinum.

Ert tú viðskiftafólk hjá Televarpinum, hevur tú ikki færri enn fýra pakkar at velja ímillum - allir stústappaðir við alskyns rásum - men DK4 er ikki at finna har.

##med2##

Sostatt vendi in.fo sær síðsta ár til Televarpið fyri at frætta, hví henda rásin ikki er við í einum av pakkunum? Ein ungur maður svaraði, at hann ongantíð á levindini hevði hoyrt um hesa kanalina, men at in.fo kundi senda teimum ein teldupost, so vildi svar koma.

Hóast tað eru fleiri mánaðir síðani, at ein tíðindamaður hjá in.fo sendi ein teldupost til Televarpið hesum viðvíkjandi, er einki svar komið enn.

Skrivað hevur: Símun úr Konoy