NSÍ fær ikki dreyma spælaran

Nógv bendir á, at NSÍ ikki fáa dreyma spælaran til miðverjuna til komandi kappigarár

Mynd: (Sigmar Mørkøre) Jóhan Troest Davidsen við 2-talinum á bringuni, gongur fremst í fylginum, eftir at Føroyar hava vunnið á Grikkalandi á Tórsvølli

Mynd: (Sigmar Mørkøre) Jóhan Troest Davidsen við 2-talinum á bringuni, gongur fremst í fylginum, eftir at Føroyar hava vunnið á Grikkalandi á Tórsvølli

Jóhan Troest Davidsen er uppvaksin í NSÍ, men hevur seinnu árini spælt við HB. Tað ljóðar úr NSÍ, at hann er útpeikaður sum manglandi brikkurin á NSÍ liðnum, sum kann lyfta felagið til ein veruligan FM avbjóðara.

 

Miðverjin er sáttmálaleysur í vetur, men nógv bendir á, at hann heldur fram í høvðusstaðnum, hóast áhugi hevur verið fyri honum í eitt nú NSÍ.

 

- Eg trívist væl í HB, so tað er sannlíkt, at eg haldi fram í felagnum. Enn liggur einki á borðinum, men tað er væl hgsandi, at eg spæli í HB komandi kappingarár, sigur Jóhan Troest Davidsen við in.fo.

 

27 ára gamli miðverjin hevur spælt við HB síðani 2012. NSÍ hevur longu tryggjað sær Símun Rógva Hansen sum málverja.