Vælgjaldandi marknaðir eru burtur

- Vælgjaldandi marknaðirnir, sum eitt nú matstovur, eru ikki í løtuni. Nú eru tað serliga matvøruketur, sum keypa meginpartin av laksinum, sigur laksaútflytari.

- Eftir einari viku er prísurin á feskum laksi lækkaður 10 prosent, sigur norskur laksaútflytari.

- Eftir einari viku er prísurin á feskum laksi lækkaður 10 prosent, sigur norskur laksaútflytari.

 

- Hetta hevur verið ein vika við prísfalli. Tað var ikki grundarlag á marknaðinum fyri kunstiga - ella tilgjørda - prísvøkstrinum seinasta fríggjadag.

Tað sigur ein laksaútflytari, sum iLaks.fo hevur skift orð við. Hann vísir á, at tað er prísfall á øllum vektflokkum, sum mest verður selt av.

- Hetta er, sum vit væntaðu, men vit vóna, at prísirnir fara at finna eina legu.

Laksaútflytarin vísir á, at nú kemur enn meira laksur á marknaðin, og tað er marknaðurin, sum avger prísin. - Keyparar hava størri ávirkan á prísirnar nú enn áður, leggur hann aftrat.

Soleiðis verður tað sambært laksaútfytaranum helst eina tíð aftrat. 

- Vælgjaldandi marknaðirnir, sum eitt nú matstovur og sushi, eru ikki í løtuni. Nú eru tað serliga matvøruketurnar, sum keypa meginpartin av laksinum.

Ein útlendskur keypari sigur við iLaks, at prísurin, sum norskir alarar fáa fyri laks millum trý og seks kilo, liggur millum 37 og 42 norskar krónur - ella einar 40 krónur í miðal.

Hetta merkir, skrivar iLaks, at talan er um eitt prísfall á umleið 10 prosent í mun til seinasta fríggjadag. 

iLaks vísir til keldur, sum vænta, at prísirnir til alararnar fyri laks, sum verður sendur á marknaðin í komandi viku, verða hesir (norskar krónur):

3-4 kg. 37-39 krónur

4-5 kg. 40-41 krónur

5-6 kg. 42-43 krónur

- Eftir einari viku er prísurin á feskum laksi lækkaður 10 prosent, sigur norskur laksaútflytari.