Vænta at skriva undir sáttmála um skip hetta vikuskiftið

Gongst sum ætlað, fer skipið í sigling um ein góðan mánað og tað loysir ein stóran trupulleika

Nýggja skipið er áleið líka stórt sum Ternan

Nýggja skipið er áleið líka stórt sum Ternan

Tað er nú greitt, at Strandferðslan fær eitt skip afturat.

Í gjár samtykti Løgtingið at játta Strandferðsluni 10 milliónir krónur til eitt skip afturat.

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tey hava eina norska ferju upp á hondina, og ætlanin er at skriva undir sáttmálan fyrsta dagin, helst longu nu um vikuskftið.

Talan er um eitt skip, sum er á leið á somu stødd sum Ternan, og tað er bygd mitt í sjeytiárunum. Men áðrenn tað fær loyvi at sigla í Føroyum, skulu ymsar ábøtur gerast, sum klassin hevur kravt.

– Vit hava biðið um tilboð upp á at gera hesi arbeiðini, sigur Hilmar Eliasen og hann sigur, at gongst væl í hond, verður ferjan klár at seta í sigling um mánaðarskiftið januar – februar.

Stjórin á Strandferðslan sigur, at tær 10 milliónirnar, Løgtingið hevur játtað, skulu strekkja til at keypa ferjuna fyri, og at gera hana klára til sigling.

Talan er um eina farmaskip, sum skal setast í sigling ímillum Gomlurætt og Skopun fyri at avlasta Teistan, sum er ovbyrjaður.

Krøvini til farmaflutning í Sandoynna er stórur í sambandi við Sandoyartunnilin, og hann fer at veksa enn meir, nú Bakkafrost fer undir virksemið, samstundis sum at farið verður undir Dalstunnilin, og fiskavirkið í Sandoy eisini væntar at fáa tørv á at flyta meiri fisk í oynna at virka.

– Vit hava boðað frá, at skulu vit loysa hesa uppgávuna, kann tað bara gerast við at vit fáa eitt farmaskip afturat Teistanum, soleiðis at bæði betongbilar, og annar tungur farmur, verður skildur burtur frá vanliga ferðafólkaflutninginum.

Nýggja ferjan verður skrásett sum farmaskip og tað merkir at skipið er roknað til farm burtur av. Eitt skip, sum er skrásett sum farmaskip, kann taka munandi meiri farm einn eitt skip, sum er skrásett sum ferðafólkaskip, og tískil hevur hetta skipið í mesta lagi loyvi til at sigla við 12 ferðafólkum. Tey 12 ferðafólkini vera so í mestan mun bilførarar á teimum farmabilum av ymsum slagi, sum skulu við skipinum.  

Men skuldi onkur pláss vera eftir, sleppa onnur ferðafólk sjálvsagt við, sigur strandferðslustjórin.

Nýggja skipið er áleið líka stórt sum Ternan