Vænta fýra línuskip hesa vikuna

Streymurin er harður, men batnar, sum henda vikan gongur - og veðrið verður hampiligt.

 

Tá henda vikan byrjaði, var eitt línuskip til fiskiskap á landgrunninum, eitt var í íslendskum sjógvi, og tvey línuskip vóru á Íslandsrygginum.

Á landgrunninum var veiðan mest longa og brosma og so nakað av toski og hýsu.

Í Íslandi er veiðan meira blandað, og á Íslandsrygginum er veiðan  mest toskur, svartkalvi, blálonga og so nakað av lira.

Væntandi landaðu trý skip fyrst í hesi vikuni, og síðan kemur eitt línuskip aftrat inn at landa seinni í vikuni.

Streymurin er harður, men batnar, sum henda vikan gongur. Veðrið verður hampiligt, og tí er væntandi, at onkur útróðrardagur verður í vikuni.