Fýra ísfiskalínuskip eru í løtuni til fiskiskap undir Føroyum.
- Skipini fáa mest av toski og longu, men tey fáa eisini nakað av hýsu og brosmu. Øll ísfiskalínuskipini, sum fiska undir Føroyum, koma inn at landa fyrst ella miðskeiðis í næstu viku.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Lagt verður aftrat, at eitt ísfiskalínuskip byrjar at fiska í íslendskum sjógvi í dag, men teir koma ikki heim aftur at landa fyrr enn eftir ólavsøku.
- Eitt frystilínuskip fiskar í íslendskum sjógvi, eitt við Eysturgrønland, og eitt frystilínuskip er undir Føroyum. Nøkur línuskip hava lagt, tí tey skulu pussast upp.
Á Fiskamarknaði Føroya vísa tey á, at streymurin verður góður, og veðrið verður gott í næstu viku.
- Men, vit rokna tó ikki við nógvum útróðri, tí fleiri útróðrarbátar hava lagt fyri summarið, og so hevur bólkur 5B heldur ongar fiskidagar eftir, verður lagt aftrat.