Vænta ikki fleiri tilburðir í Nanortalik

Grønlendski landslæknin gav landsstýrisformanninum, Kim Kielsen, rætt, tá hesin í dag segði, at tað ikki kann umgangast, at smitta kemur aftur til Grønlands.

 

- Vit hava júst sæð hetta í Nanortalik, og tað fer at henda aftur, segði landslæknin, Henrik L. Hansen.

- Vit hava júst sæð hetta í Nanortalik, og tað fer at henda aftur, segði landslæknin, Henrik L. Hansen.

 

Grønlendski landslæknin, Henrik L. Hansen, segði á tíðindafundi í dag, at myndugleikarnir nú hava kannað korona-tilburðin í Nanortalik gjølliga, og hann væntar ikki, at tilburðurin hevur ført til smittuspjaðing, tó at hin korona-smittaði hevur verið í samband við onkrar ibúgvar í býnum.

- Vit hava kannað viðurskiftini saman við løgregluni, og vit eru rættiiga sannførd um, at tað verða ikki fleiri smittu-tilburðir í Nanortalik í hesum umfari. Men, skuldi tað kortini hent, at vit mistaka okkum, eru vit til reiðar at avbyrgja smittuna.

Sambært grønlendsku myndugleikunum hevur hin smittaði, sum kom til Nanortalik við skipi, verið í samband við lokala fólkið, men landslæknin upplýsti á tíðindafundinum í dag, at tey, sum lítið og einki samband hava havt við hin smittaða og sum eingi sjúkueyðkenni hava, verða ikki kannað.

- Vit kanna ikki frísk fólk, tó at tey hava havt smávegis samband við ein korona-smittaðan, men vit hava havt samband við øll, sum hava havt samband við hin smittaða. Um onkur fær sjúkueyðkenni, eru vit til reiðar við potipinninum, segði landslæknin í dag.

##med2##

Henrik L. Hansen hevur sagt seg vænta, at Grønland fer at fáa korona-tilburðir aftur, nú upplatingin av landinum er byrjað, og fólk koma og fara. - Vit mugu siga, at covid-19 trupulleikin úti í heimi ikki er vorðin minni. Vit í Grønlandi eru heppin, nú vit onga smittuspjaðing hava í landinum.

Landslæknin gav landsstýrisformanninum, Kim Kielsen, rætt, tá hesin á tíðindafundinum í dag segði, at tað ikki kann umgangast, at smitta kemur aftur til Grønlands. - Vit hava júst sæð hetta í Nanortalik, og tað fer at henda aftur, segði Henrik L. Hansen.

- Vit hava júst sæð hetta í Nanortalik, og tað fer at henda aftur, segði landslæknin, Henrik L. Hansen.

- Covid-19 trupulleikin úti í heimi er ikki vorðin minni, sigur Henrik L. Hansen.