Trý ísfiskalínuskip eru til fiskiskap í løtuni. Tey fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu.
- Vit rokna við, at øll ísfiskalínuskipini koma inn at landa í næstu viku. Vit vænta eisini, at onkur línuskip aftrat fara at loysa teir næstu dagarnar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Umframt tey trý ísfiskalínuskipini, eru eisini fýra frystilínuskip til fiskiskap undir Føroyum, og tvey fiska í íslendskum sjógvi.
Streymurin verður harður fyrst í vikuni, men hann linkar, sum vikan gongur.
- Veðrið í næstu viku verður hampiligt, so helst verður nakað av útróðri. Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og nakað av toski, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.