Vænta sama skattaprosent á Tvøroyri næsta ár

Barnafrádrátturin er ein tann hægsti í landinum, og ætlanin er ikki at lækka hann

Myndina tók Eileen Sandá

Myndina tók Eileen Sandá

Sum øll onnur kommunustýri, er eisini Tvøroyrar Býráð farið at leggja fíggjarætlan fyri næsta ár. Og á býráðsfundi í gjárkvøldið varð upplýst, at fyribils verður arbeitt við, at skattaprosentið og barnafrádrátturin skal vera tað sama næsta ár, sum í ár.

Sostatt er væntandi, at skattaprosentið eisini verður 20,9 prosent næsta ár og barnafrádrátturin verður framhaldandi 7.000 krónur.

Barnafrádrátturin er ein tann hægsti í landinum, og vit halda ikki, at tað er rætt at lækka hann aftur, sigur Kristin Michelsen borgarstjóri.

Men hinvegin halda tey heldur ikki, at tað er rætt at lækka skattaprosentið heldur, tí at útreiðslurnar eru stórar, eitt nú er barnagarðurin ikki liðugur enn.

Hinvegin førdi Anita Vibergsdóttir, býráðslimur, sum eisini er varaborgarstjóri, fram, at heldur enn at lækka skattaprosentið, kundu tey hugsa um at veita borgarunum eina betri tænastu á onkrum. Eitt nú vísti hon á, at skúlin hevur ymsar ábøtur fyri neyðini

Men nú skal fíggjarætlanin til nágreiniligari viðgerð og tað er væntandi, at broytingar verða gjørdar, og tað er heldur ikki knívskorið, at skattaprosentið eisini kann lækkast, søgdu tey í býráðnum.

 

 

Myndina tók Eileen Sandá