Vága Floghavn: Tað er munur á

– Vit eru langt frá nøkrum, sum líkist vanligari ferðslu, sjálvt um tað sjálvandi er ein stór framgongd í mun til tað, sum var í mars, apríl og mai, sigur Regin I. Jakobsen

Tað er munur á virkseminum á Vága Floghavn nú og áðrenn koronafarsóttin kom til landið. Hóast gongd er komin á ferðavinnuna nøkunlunda aftur, so er munurin stórur í samanborið við í fjør. Tað sigur stjórin á Vága Floghavn, Regin I. Jakobsen, í viðmerking til in.fo.

– Sjálvandi eru tað fleiri komur og fráferðir nú, enn tað var í koronatíðini, tá tað bara vóru tríggjar komu og fráferðir um vikuna. Tað er broytt betýðiligt, og her hava vit sæð eina stóra framgong. Men í mun til tað, sum tað plagar at vera, so er lítið virksemi, sigur Regin I. Jakobsen.

Fyri teir fyrstu dagarnar í juli hevur Vága Floghavn havt eitt fall á 55 prosent í mun til sommu tíð í fjør, fortelur hann.

– Vit eru langt frá nøkrum, sum líkist vanligari ferðslu, sjálvt um tað sjálvandi er ein stór framgongd í mun til tað, sum var í mars, apríl og mai.

Regin I. Jakobsen sigur, at okkurt má broytast, fyri at verulig gongd kemur á aftur.

– Tann stóri munurin er, at tað eru færri flogfør. Vit hava ikki flogfør til eitt nú Mallorca, Edinburg, París, Bergen og London. Sum nú er, hava vit tvey flogfør til Keypmannahavnar um dagin, og vit hava trý tl Reykjavík um vikuna. Talið á túrum er nógv lægri nú, enn tað plagar at vera hesa tíðina á árinum.

Hetta ávirkar raksturin á Vága Floghavn.

– Dagarnir eru eitt sindur styttri, enn teir plaga at vera. Tað ger, at raksturin ikki eru líka tyngdur. Tað avgerandi fyri Vága Floghavn er, hvussu leingi vit skulu hava opið og ikki hvussu nógv flogfør koma og fara. Upplatingartíðin bestemmar jú útreiðslurnar, sigur Regin I. Jakobsen, sum vónar, at fleiri ferðafólk fara at koma hendan vegin komandi tíðina.