Vágbingar hava sett met í ferðafólki í summar

Hóast summarið er farið, eru tað framvegis ferðafólk í Vági, og í Suðuroynni sum heild

Myndina tók Bjartur Vest

Myndina tók Bjartur Vest

Tað hava ongantíð áður verið so nógv ferðafólk í Vági, og í Suðuroy, sum heild. Tað veit Dennis Holm, borgartjóri í Vági, at siga í morgun.

Hetta hevur verið eitt rættiliga sermerkt ferðavinnuár, tí korona hevur, í stóran mun, forða føroyingum at ferða uttanlands og tískil hava føroyingar ferðast í egnum landi. Og tað hava vágbingar, og Suðuroyggin sum heild, eisini fingið ágóðan av.    

Borgarstjórin sigur, at tilsamans hava tað verið einar 10.000 gistingar á gistingarhúsum, kampingplássi og summarhúsum í Vági í summar.

Eisini í Páls Høll í Vági hevur tað verið nógv fólk í summar. Frá hálvum juni til hálvan august vóru tað fleiri enn 7.000 fólki í Páls Høll, bara í juli vóru tað 4.100 vitjandi, og hetta er meiri enn tvífalt so nógv sum í juli í fjør.

Í Vági hava tey lagt stóran dent á at menna upplivingarvinnuna og har er ferðavinnan ein týðandi partur, sigur Dennis. Og hesa seinastu tíðina eru nógv tilboð komin afturat til ferðafólk, bæði gistingarhús og matstovur.

Í hesum sambandi er talið á seingjarplássum næstan fimmfaldað hesi seinastu árini og útlit eru fyri fleiri seingjarplássum næsta ár.

Hann sigur, at hóast summarið er farið, eru tað framvegis ferðafólk í Vági og í Suðuroynni sum heild, men nú er tað í størri mun talan um vikuskiftis-ferðafólk, í mun til í summar, tá ferðafólk vóru allar dagar í vikuni.

Myndina tók Bjartur Vest