Vágbingar mugu kóka drekkivatnið

Av tí at bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum frá Vágs kommunu, verða brúkararnir bidnir um at kóka vatnið, til onnur boð koma

Nýggjar vatnroyndir eru tiknar í dag og sendar Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, skrivar Vágs kommuna á heimasíðuni.