Vaksandi eftirspurningur eftir viðgerð

Fleiri og fleiri ung spyrja um hjálp, tí tey hava trupulleikar við rúsevnum

Tað eru tey trý, Birna í Hjøllum Hentze, sálarviðgeri, Thorvald Danielsen, sálarfrøðingur og Jütta Olsen, leiðari á Blákrossheiminum, sum taka sær av DAT Ung. Mynd: Álvur Haraldsen

Tað eru tey trý, Birna í Hjøllum Hentze, sálarviðgeri, Thorvald Danielsen, sálarfrøðingur og Jütta Olsen, leiðari á Blákrossheiminum, sum taka sær av DAT Ung. Mynd: Álvur Haraldsen

Blákrossheimið hevur eitt serligt tilboð til ung, sum hava trupulleikar av rúsevnum. Hetta tilboð nevnist DAT Ung og er ætlað ungum millum 15 og 18 ár.

Tað eru um trý ár síðani, at Blákrossheimið fór undir hetta tilboð til tey ungu.

Tað eru tey trý, Thorvald Danielsen, sálarfrøðingur, Birna í Hjøllum Hentze, sálarviðgeri og Jütta Olsen, leiðari á Blákrossheiminum, sum taka sær av DAT Ung.

-       Vit byrjaðu fyri einum trimum árum síðani, tá ið vit sóu ein tørv. Tað var einki tilboð tá til hendan aldurbólkum, og søgurnar hjá teimum, sum koma í viðgerð á Blákrossheiminum, søgdu okkum, at fleiri byrja at fáast við rúsevni, tá ið tey eru rættiliga ung, siga tey trý frá DAT Ung.

Hjá DAT Ung er pláss fyri 16 ungum at vera í viðgerð í senn, og eftirspurningurin er stórur.

-       Tað er fullteknað, og tað er eisini bíðilisti til at sleppa í viðgerð.  Vit síggja eisini, at tølini eru vaksin seinnu árini, og tað er einki at ivast í, at talið í ár verður enn hægri enn undanfarna ári, siga tey trý.

 

Í Vikuskiftis-Sosialinum, sum fæst í sølubúðunum kring landið, er samrøða við umboð fyri DAT Ung og við narkodeildina hjá løgregluni, sum eisini sigur, at tað er ein vaksandi trupulleiki við hørðum rúsevnum í Føroyum.

Tað eru tey trý, Birna í Hjøllum Hentze, sálarviðgeri, Thorvald Danielsen, sálarfrøðingur og Jütta Olsen, leiðari á Blákrossheiminum, sum taka sær av DAT Ung. Mynd: Álvur Haraldsen