Valbussurin hjá Framtakinum saboteraður

Valstríðið til løgtingsvalið hjá nýggja flokkinum, Framtakinum, hevur verið fyri stórum bakkasti

 

 

Valbussurin hjá Framtakinum, sum hevur staðið í Vági, hevur verið fyri herverkið og tað oyðileggur valstríðið hjá nýggja flokkinum

Valbussurin hjá Framtakinum, sum hevur staðið í Vági, hevur verið fyri herverkið og tað oyðileggur valstríðið hjá nýggja flokkinum

Nýggi flokkurin, Framtakið fyri rættinum at velja kannabis, hevur fingið eitt rættiligt bakkast, nú valstríðið til løgtingsvalið byrjar av álvara.

Lykilin til valbussin hjá teimum er nevniliga stolin, og tað er mikrofonin til hátalararnar í bilinum, somuleiðis. Harafturat er herverk framt á bilin, tí setrini eru tikin úr honum og eru tveit á gólvið uttan fyri bussin.

Valbussurin hjá Framtakinum hevur staðið í Vági í nakrar dagar, har eitt av valevnunum hjá flokkinum, Arnfinn á Birtuni, býr.

Hann sigur at tað er hesa síðstu vikuna, at lykil og mikrofon eru stolin, men hann sigur, at bara tey fáa lykilin aftur, eru tey sinnað at gloyma alt um herverkið.

Av tí, at bæði lykil og mikrofon eru tikin, fær tað Arnfinn á Birtuni at hugsa tann tanka, at hetta er ikki av tilvild.

Men hann sigur, at hetta kemur serstakliga illa við hjá teimum, tí tey hava lítið av pengum at føra valstríð fyri - fyri ikki at siga púra ongar pengar.

Tí var ætlanin at fara til Havnar við bussinum á ólavsøku at føra valstrtíð, og annars var ætlanin at brúka hann at ferðast kring landið við.

Tí heitir hann staðiliga á tey, sum hava tikið lykilin, um at leggja hann aftur, so at tey fáa brúkt bussin.

Valbussurin hjá Framtakinum, sum hevur staðið í Vági, hevur verið fyri herverkið og tað oyðileggur valstríðið hjá nýggja flokkinum