Ætlaðu evnini í Skálavík verða 1) Samferðsla: Fyri og eftir Sandoyartunnilin, 2) Føtur undir egið borð: Húsaprísir, fígging - treytir fyri smá pláss og 3) Ferðavinna: Karmar fyri ferðavinnu - hvør er loysnin?

Valfundur í Skálavík í annaðkvøld

Á valfundinum, sum verður í Skálavík í annaðkvøld, er ætlanin at viðgera nøkur viðkomandi evni.

Ætlaðu evnini í Skálavík verða 1) Samferðsla: Fyri og eftir Sandoyartunnilin, 2) Føtur undir egið borð: Húsaprísir, fígging - treytir fyri smá pláss og 3) Ferðavinna: Karmar fyri ferðavinnu - hvør er loysnin?

Nú løgtingsval stundar til, verða fleiri valfundir hildnir kring landið. Nakrir fundir hava longu verið, og aðrir eru settir á skrá.

Valfundur verður eisini í Sandoynni, har valfeløg skipa fyri á Hotel Skálavík í annaðkvøld, mikukvøldið klokkan 18.30.

Tvey umboð verða fyri hvønn flokkin, og orðstýrari verður Sólvit Nolsøe. Hann fer eisini at hava Hendrik Egholm við sína lið.

Á valfundinum í Skálavík er ætlanin at viðgera nøkur ávís evni, og høvuðsevnini eru hesi:

1) Samferðsla: Fyri og eftir Sandoyartunnilin, 2) Føtur undir egið borð: Húsaprísir, fígging - treytir fyri smá pláss og 3) Ferðavinna: Karmar fyri ferðavinnu - hvør er loysnin?

Fyrireikararnir siga, at ætlanin er ikki at viðgera portur og annað, sum hevur verið frammi, men heldur at koma við boðum upp á, hvat eigur at verða gjørt.

- Á valfundinum verður eisini høvi at seta spurningar úr salinum, siga valfeløgini, sum standa aftan fyri valfundin í Skálavík.