Valsendingarnar á FM1 byrja í dag

Valsendingarnar verða klokkan 15 mánadag til hósdag. Árni Gregersen er vertur. Í dag er Javnaðarflokkurin gestur

Árni Gregersen verður vertur til valsendingarnar á FM1, ið verða seinnapartar klokkan 15.05

Árni Gregersen verður vertur til valsendingarnar á FM1, ið verða seinnapartar klokkan 15.05

Seinnapartin í dag byrja valsendingar á FM1, sum verða hvønn mánadag, týsdag, mikudag og hósdag fram til valið.

Vertur er Árni Gregersen. Í dag verður Javnaðarflokkurin gestur í sendingini.

Sendingin byrjar aftaná stuttu tíðindasendingina, ið verður klokkan 15.

Valsendingarnar verða endursendar á FM1 sama kvøld klokkan 19.

Eisini ber til at lurta á www.midlar.fo.

Sendingarnar verða at hoyra á in.fo aftaná klokkan 20.15. 

Árni Gregersen verður vertur til valsendingarnar á FM1, ið verða seinnapartar klokkan 15.05