Valstríð á Summarfestivali

Skalt tú veljast inn á ting, skalt tú hava eksponering.

Nøkur hava eftir øllum at døma funnið útav, at eksponeringin er størst, har nógv fólk er samlað, og tí eru summi, ið hava valt at hanga upp valplakatir við Summarfestivalin í Klaksvík.

##med2##

Higartil eru bara plakatir hjá Tjóðveldi og Fólkaflokkinum, ið hanga niðri í býnum. Hinir flokkarnir eru kanska ikki vaknaðir enn.

##med3##

Summarfestivalurin er í Klaksvík, og ikki heilt óvæntað er tað grønu litirnir hjá Fólkaflokkinum, ið er at síggja meira til enn hjá Tjóðveldi.

##med4##

Um hvørt valevnini hava fingið avmarkað loyvi at seta upp valplakatir, vita vit ikki, men nógvar av plakatunum hanga beint uttan fyri girðingina.

##med5##

##med6##

##med7##