Hagen-málið: Løgreglan brúk fyri meira peningi

- Eg kann vátta, at vit hava sent umsókn, og at vit hava greitt frá, hvørjar avbjóðingarnar hava verið, sigur løgregluleiðari.

 

Leitanin eftir norsku ríkmanskonuni, Anne-Elisabeth Hagen, sum hevur verið burtur síðan hin 31. oktober síðsta ár, hevur kostað norsku løgregluni nógvan pening, og nú søkir løgregluøkið, sum leitar eftir hinari horvnu um meira pening til leitingararbeiðið.

Tað veit norska Nettavisen at siga.

- Eg kann vátta, at vit hava sent umsókn, og at vit hava greitt frá, hvørjar avbjóðingarnar hava verið. Umsóknin er send Politistýrinum, men eg vil í løtuni ikki siga nakað alment um, hvat stendur í umsóknini, sigur Tommy Brøske, løgregluleiðarin.

Hann váttar eisini, soleiðis sum hann áður hevur gjørt, at málið um Anne-Elisabeth Hagen hevur verið ógvuliga umfatandi og hevur kravt nógv av løgregluøkinum, eins og málið hevur gingið út yvir aðrar uppgávur í økinum.

- Vit hava so væl, sum vit hava dugað, roynt at latið hetta mál ikki ganga alt ov nógv út yvir onnur øki, sum eisini hava høgan prioritet. Men, sannleikin er, at Hagen-málið hevur gingið út yvir ymiskar aðrar uppgávur hjá okkum, sigur løgregluleiðarin.

Norska løgreglan heldur framvegis, at Anne-Elisabeth Hagen varð rænd í heimi sínum hin 31. oktober í fjør, og higartil hava hvørki løgregla ella familja hennara fingið nakað prógv fyri, at hon er á lívi. 

Ei heldur hevur nakað samband verið við hugsandi ránararnar síðan hin 11. februar í ár, tá tey, sum nú einaferð mugu standa aftan fyri ránið av Anne-Elisabeth Hagen, tóku í brúk ein annan samskiftishátt.

Anne-Elisabeth Hagen er kona norska miljarderin, Tom Hagen, sum var til arbeiðis á skrivstovu síni henda seinasta dagin í oktober síðsta ár, tá kona hansara hvarv úr heiminum í Lørenskog.