Fimm partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni, men fiskiskapurin er vánaligur. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.
- Tveir djúpvatnstrolarar eru vestan fyri og fiska kongafisk og upsa. Teir koma inn at landa í næstu viku. Hinir djúpvatnstrolararnir liggja.
Fimm trolbátar eru eisini til fiskiskap í løtuni. Teir fiska mest havtasku, tosk, hýsu og so nakað av flatfiski. Flestu landa fyrst í næstu viku.
Tvey garnaskip fiska svartkalva og koma inn at landa síðst í næstu viku. Skipini hava smáligan fiskiskap.
- Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap. Teir koma inn at landa miðskeiðis í næstu viku, verður lagt aftrat.